Innanlands

Sendu tyrlu eftir kvinnu á Kalsoynni

Kvinnan, ið hevði verið við einum ferðaliði á Kallinum, hevði fingið skaða í beinið, og varð hon flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-24 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð tyrlan boðsend eftir einari kvinnu nærindis Trøllanes.

Tað skrivar heimasíðan hjá Vørn.

Sambært løgregluni var kvinnan við einum ferðaliði á Kallinum, har hon beklaði, og fekk skaða í beinið, og varð tyrlan tí boðsend. Um talan var um eitt føroyskt ella útlendskt ferðalið verður ikki upplýst.

Kvinnan varð flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder