IRF hevur havt aðalfund í dag, og ársúrslitið fyri 2023 er 45.000 krónur í avlopi. Burturkastnøgdirnar eru øktar nakað í 2023, men í mun til miðaltalið fyri seinastu fimm árini liggja burturkastnøgdirnar undir miðal. Vit senda alsamt meira burturkast av landinum til endurvinningar, men søluprísirnir fyri hesar burturkastbólkarnar eru lækkaðir munandi.
Í 2023 tók IRF ímóti 40.298 tonsum av burturkasti. Av hesum vórðu 57,1 prosentnt brend, 33,5 prosent fóru til endurvinningar, og 9,4 prosent vórðu tyrvd.
Tepurt avlop í 2023
Rakstrarúrslitið fyri 2023 er 45 tkr. í avlopi. Í rakstrarætlanini er roknað við 105 tkr. í avlopi.
Seinastu tvey árini er kostnaðarstøðið hækkað munandi kring allan heimin, og inflatiónin hevur verið methøg. Inflatiónsvøksturin er ikki so stórur í løtuni, og útlit eru fyri, at rentan fer at lækka seinni í 2024.
Hækkaða kostnaðarstøðið merkist væl hjá IRF, og tað sæst millum annað í lønar- og rentuhækkanum, umframt prísvøkstri á vørum og tænastum.
Inntøkurnar í 2023 eru 1,1 millióni størri enn mett, annar uttanhýsis kostnaður er 1,7 millióni minni, og starvsfólkakostnaður er 161 tkr. størri enn mett frammanundan. Í 2023 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans 18,6 milliónir krónur
Bruttoúrslitið fyri 2023 gjørdist 70,2 mió. kr., sum er 4,7 mió. kr. betri enn í 2022. Fíggjarstøðan javnvigar við 311 mió. kr. í 2023 í mun til 304 mió. kr. í 2022.
Vit senda støðugt meira av landinum til endurvinningar
IRF sendir nógvar ymiskar burturkastbólkar av landinum til endurvinningar. Samlaði útflutningurin í 2023 var 7.819 tons, sum er 8,9 prosent meiri enn í 2022. Vøkstur var í nærum øllum endurvinningarbólkunum hjá IRF í 2023. IRF er ment nógv seinastu árini, serliga tá ið tað snýr seg um plastendurvinning. Sum dømi kunnu vit nevna, at vit í 2023 sendu størri nøgdir av trolum, stórsekkjum, graslíkisvøllum og bleytum vøruplasti til endurvinningar enn í 2022.
Hóast meira varð sent av landinum til endurvinningar í 2023 enn í 2022, vóru søluprísirnir í 2023 munandi verri, og tí gav endurvinningarskipanin eitt munandi minni avlop í 2023 enn í 2022.
Tað gongur spakuliga rætta vegin
Samanumtikið vísa nýggjasta hagtølini hjá IRF, at tað spakuliga gongur rætta vegin á burturkastøkinum í Føroyum. IRF hevur sett sær sum langtíðarmál at endurvinna 50 prosent, brenna 47 prosent og tyrva 3 prosent av burturkastinum í 2030. Skulu hesi málini røkkast, skulu munagóð átøk gerast næstu seks árini.
Ársfrásøgnin fyri 2023 kann lesast her.
IRF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald