Uttanlands

Seniorfestivalurin verður 1. juni

Roðin skipar aftur í ár fyri tónleikafestivali fyri eldri í Runavík

2019-04-08 22:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta Seniorfestivalinum í Runavík. Tað er eldrasamstarvið kring Skálafjørðin, Roðin, ið skipar fyri.

Seniorfestivalurin er ein tónleikafestivalur, ið serliga vendir sær til tey tilkomnu. Hetta sæst aftur í skránni, ið er eyðkend av vælsvingandi einstaklingum og bólkum, ið hava prógvað sítt virði, og hvørs løg hava bast tíðarinnar tonn.

Tankin við festivalinum er at lata dyrnar upp og gera Roðan meira atkomuligan, so gestir, umframt at njóta tónleikin, hugnan og samveruna, eisini kunnu nýta høvið at heilsa uppá gamlar kenningar og íbúgvar annars á røktarheiminum.

Kringumstøðurnar á festivalinum eru góðar. Telt verða sett upp á parkeringsøkinum og økinum kring Ellis- og røktarheimið í Runavík, har tónleikaframførslur, matur og hugni kann njótast. Á hendan hátt er festivalurin væl vardur í mun til veður og vind, eins og allir neyðugir fasilitetir eru nærhendis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder