Innanlands

Sensurur frá høgru og vinstru: Nýggj grein um religión og sensur

Heini í Skorini hevur saman við Torben Myrberg skrivað grein um sensur, sum varð løgd fram á nýggjum granskingardepli á Københavns Universitet fyrradagin

2022-02-27 18:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnu árini er kravið um herda altjóða lóggávu ímóti blasfemi og religiónskritikki vaksið. Krøvini um sensur koma frá sera ymiskum aktørum við sera ymiskum politiskum dagsskráum, t.d. frá islamiskum londum og felagsskapum, frá konservativum aktørum á høgravonginum og frá “identitetspolitiskum” røddum á vinstravonginum. Seinnu árini hevur Evropeiski Mannarættindadómstólurin eisini givið londum viðhald, sum framvegis praktisera lóggávu ímóti blasfemi.

Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við Torben Dyrberg, professara á Roskilde Universitetscenter, skrivað nýggja vísindaliga grein í tíðarritið Journal of Political Ideologies. Greinin snýr seg um, hvussu ymisk sløg av sensuri avmarka rættin til at hugsa og samskifta frítt um átrúnaðarlig viðurskifti, og hvaðani krøvini um øktan sensur stava, og hvat eyðkennir grundgevingarnar fyri at skerja talufrælsið.

Fríggjadagin 25. februar, varð greinin løgd fram á nýggja granskingardeplinum á Københavns Universitet, Crown Princess Mary Center, sum herfyri varð stovnað í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá krúnprinsessu Mary.

Heini í Skorini er partur av einum granskingarbólki á nýggja granskingardeplinum, sum skal kanna, hvussu spenningarnir millum talufrælsi, religión og blasfemi skapa nýggjar altjóða konfliktir.

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder