2024-02-22 07:39
Tað hevur fryst í nátt, og løgreglan ávarar bilførarar um at koyra varligt í hálkuni.
Í morgun, beint eftir klokkan 7 fór gleið ein bilur av vegnum, tá hann var á veg fram við Sørvágsvatn í Vágum, vanliga róptur Vatnavegurin.
- Har er ekstremt hált í morgun, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Løgregla og sjúkrabilur var sendur til ferðsluóhappið, men onki bendir tó á, at nakar í bilinum hevur fingið skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald