Uttanlands

Serbar latið inn nærum 109.000 vápn

Í kjalarvørrinum á tveimum skottilburðum í mai boðaði serbiska løgreglan frá, at fólk kundu lata inn vápn uttan at verða skuldsett fyri varðveitslu av ólógligum vápnum, og inn komu 108.833 vápn

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2023-07-02 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan fyrst í mai mánað hava fólk latið serbisku løgregluni tilsamans 108.833 vápn.

Tað var í kjalarvørrinum av tveimum skottilburðum í mai, at løgreglan boðaði frá, at fólk kundu lata inn vápn uttan at verða skuldsett fyri varðveitslu av ólógligum vápnum ella fáa aðrar trupulleikar við myndugleikunum, og freistin at gera hetta var úti á midnátt leygardagin.

3. mai skeyt og drap ein 13 ára gamal skúlanæmingur níggju floksfelagar og eitt trygdarstarvsfólk á einum skúla í miðbýnum í Beograd, og dagin eftir skeyt ein ungur maður átta fólk í einari bygd nærindis serbiska høvuðsstaðin. Einki samband var millum hendingarnar.

Sambært Ritzau eru eingi tøl fyri, hvussu nógv vápn eru í umferð í Serbia, har uml. sjey milliónir fólk búgva, av tí at nógv av vápnunum eru ólóglig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder