Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov hevur verið noyddur at avlýsa eina ætlaða vitjan í serbiska høvuðsstaðnum Beograd í dag.
Orsøkin er, at grannalondini hjá Serbia – Bulgaria, Norðurmakedonia og Montenegro – hava stongt teirra loftrúm fyri flogfarinum hjá Lavrov.
Serbia, sum søguliga hevur tætt samband við Russland, hevur noktað at tikið eina støðu í krígnum millum Russland og Ukraina, og hevur landið herfyri gjørt avtalu við Russland um veiting av gassi. Um somu tíð arbeiddi ES við at minka um innflutningin av gassi og olju úr Russlandi.
Serbia hevur annars leingi ynskt at gerast limur í ES, men undir krígnum í Ukraina eru útlitini fyri hesum versnað, skrivar Ritzau.
Eftir russisku innrásina í Ukraina 24. februar gjørdi ES av at steingja loftrúmið fyri russiskum flogførum. Bulgaria er limur í ES og Nato, og Norðurmakedonia og Montenegro eru eisini limir í Nato.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald