Innanlands

Serhandil til gastrovinnuna

Heilsølan Poul Hansen letur upp handil serliga ætlað til kokkar og matstovuleiðarar

Nýggi handilin verður í bygninginum, sum einaferð hýsti timburhandli á Hálsi (Mynd: Google)

Nýggi handilin verður í bygninginum, sum einaferð hýsti timburhandli á Hálsi (Mynd: Google)

2022-05-10 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pf. Poul Hansen letur hósdagin nýggjan handil til catering-vinnuna. Navnið á handlinum verður gastro!, sum verður í bygninginum á Heykavegi 4 á Hálsi í Havn.

Talan er um bygningin, sum Havnar Timburhandil lat byggja í síni tíð, og sum nú er yvirtikin av Pf. Poul Hansen.

Nýggja bryggjaríið OY heldur til í øðrum endanum av bygninginum, sum nú eisini fer at húsa Føroya fyrsta handli til catering-vinnuna.

Poul Hansen gastro er til føroyskar kokkar og matstovuleiðarar. Eitt heildarkonsept, sum ger tað lætt fyri øll, sum servera mat – á hotelli, matstovu, kantinu ella umborð á skipi – at skaffa sær sínar rávørur, skrivar Poul Hansen í tíðindaskrivi.

- Her verður møguligt at síggja, lukta, nema og kanska nippa til ymsu rávørurnar. Her fáa teir gastronomisku sansirnir frítt spæl. Vit leggja ikki bara dent á rávøruna, men eisini vitanina. Tí hava vit serfrøðingar, sum ráðgeva og vegleiða. Sostatt er hetta staðið, har øll frá pitsusyftarum til feinschmeckarar koma at lata seg inspirera. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder