Mentan

Serlig útikonsert í Fuglafirði í annaðkvøld

Hamradun og Beinir spæla umborð á Kyrjasteini

2020-09-04 07:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið kl. 20 verður, um viðrar, ein sermerkt dupultkonsert við einari heilt serligari staðseting!

Tá koma bólkarnir Beinir og Hamradun til Fuglafjarðar at hava eina ókeypis útikonsert uppi á gomlu skonnartini Kyrjasteini, sum liggur beint við Mentanarhúsið og torgið.

Hamradun skuldu spæla á Mentanardøgunum í Fuglafirði, netupp 5. september inni í Mentanarhúsinum, men nú verður tað ein útikonsert í staðin.

Ljóðið verður gott, so tað fer at bera til at liggja á fjørðinum í báti til konsertina, og økið rundanum er stórt, so frástøðan kann haldast. Her er gott torg, stórt parkeringsøki beint við Kyrjastein og sandurin er beint við. Helst fer tónleikurin at hoyrast um alla bygdina, um ættin er tann rætta, eins og tá Earth Hour var.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder