
Nógv fleiri tilburðir vóru staðfestir fríggjadagin enn tað hava verið í longri tíð. 63 tilburðir vóru staðfestir, og tølini fyri leygardagin vóru longu lægri aftur, tá 34 fólk vóru testað positiv.
Men okkurt bendir á, at koronukanningarnar sum kommunurnar í Vestmanna og Kvívík saman við Sjúkrahúsverkinum skipaðu fyri lokalt fríggjadagin hava tænt sínum endamáli.
Í øllum førum vóru tað heilir 20 tilburðir staðfestir í Norðstreymoy fríggjadagin, vísa hagtølini hjá korona.fo. Hetta er hægsta talið á tilburðum í økinum síðani hetta útbrotið byjaði um miðjan oktober.
(Mynd: Google)
Orsaka av nógvu smittuni í økinum, varð Vestmanna skúli stongdur í vikuni, og letur ikki upp aftur fyrr enn 5. desember.
Eisini vóru 23 tilburðir staðfestir í Suðurstreymoy, sum er tað mesta síðani fyrst í november.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald