Mentan

Serlingurin Oliver Tree á G! festival

Oliver Tree, ið ger um seg á talgildu miðlunum, verður høvuðsnavn á G! festivalinum í summar. Í dag kunnger festivalurin eisini Sakaris, Duo Ruut og Joe & the Shitboys

2026-03-10 10:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Syðrugøta og G! festivalurin fáa vitjan av eini amerikanskari heimsstjørnu í summar. G! festivalurin boðar í dag frá, at Oliver Tree úr Kalifornia verður eitt av nøvnunum, sum kunnu upplivast á Gøtusandi. Hann er eitt av fýra nøvnum, sum eru avdúkað í dag.

Oliver Tree hevur milliardir av stroymingum á talgildu miðlunum og er kendur fyri løg sum  “Life Goes On” og “Miss You”.

 - Brúkar tú TikTok og líknandi, hevur tú sannlíkt hoyrt onkur løg hjá honum og sæð hendan serskøltin dansa á skíggjanum. Altíð í undarligum klæðum og parúkkum er hann eitt stað ímillum popp og tað alternativa, tað fjolluta og tað álvarsama, internetið og veruleikan. Fyrireika teg til tað óvæntaða.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Sakaris

Eingin er sum Sakaris. Lagsmiðurin, framleiðarin og upptraðkarin. Evnini hevur hann í ovurmát. Altíð løddur við undirspældum og skemtiligum sjálvsspeisemi. Ja, hann er av sonnum kongurin av sjálvsspeisemi, og tað ger hann framúr. Hann fær teg at hugsa, at alt er bara skemt og spei.

Men okkum lumpar hann ikki, tí vit vita at hann í veruleikanum er ein av okkara stinnastu lagsmiðum og framleiðarum yvirhøvur! Og hóast vit hava upplivað hann fleiri ferðir á G! áður, so verður tað í ár við einum nógv størri bólki enn vit eru von við. Sum hann sjálvur lýsir tað, so verður tað við skítfullari manning!

[object Object]

Duo Ruut – Tvær røddir og eitt ljóðføri

Duo Ruut úr Estlandi er, sum navnið leggur upp til ein duo. Talan er um tvær kvinnur, sum á serligan hátt nærum eru flættaðar fullkomiliga saman, sum tónleikaligir siamesiskir tvíburar. Tær standa hvør sínu megin og spæla á eina og somu kannel (líkt eini hørpu), ið tær megna at fáa ljóð úr, sum var tað eitt heilt orkestur. Og tær syngja so væl saman, at tú hoyrir ikki hvar onnur byrjar og hin endar.

Tónleikurin er grundaður í estiskum upprunatónleiki, men ljóðið er frískligt, og kundi fyri tað verið nýggjur poppur, framfördur akustiskt.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Joe & The Shitboys - viðmældir av Iggy Pop!

Um Iggy Pop sigur tað, so verður tað so! Og hann sigur, í einum poddvarpi fyri og øðrum eftir, at Joe & The Shitboys er besti bólkurin í heiminum beint nú!

Punkabbin og stóra fyrimyndin, Iggy Pop, hevur enntá haft føroysku Joe & The Shitboys við á konsertferð at hita upp fyri seg. Men rætt skal vera rætt, vit vistu alt hettar áðrenn Iggy Pop.

Bólkurin hevur í sambandi við FMA júst vunnið væl uppibornu “Ársins útflutningsvirðisløn”. 

Frammanundan eru hesi növnini kunngjørd at vera við á G! í ár: Clickhaze, Frændur, Fantastic Negrito, Guðrið Hansdóttir, Moyka, Irah, Elinborg, Døgg Nónsgjógv, Tamikrest, Printz Board & the Butter Funk Family, Jerub, Marianna Winter, Tunghoyrt, Lynks, Alterne og Bolstad.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder