Nú styttist av álvara til Sandoyartunnilin letur upp, og umframt nógv praktiskt fyrireikingararbeiði, so kunnu sandoyingar eisini fyrireika seg á annan hátt.
Í sambandi við kollveltandi broytingina, ið er ávegis, skipar Visit Sandoy fyri tiltaki í Virkinum á Sandi í morgin, hóskvøldið 30. november klokkan 19.30.
Fyriskipararnir boðað frá, at tosað verður um, hvussu tunnilin fer at ávirka Sandoynna – og hvussu hetta fer at ávirka restina av Føroyum.
Fleiri gestir vera til tiltakið, skrivar Visit Sandoy. Rógvi Ólavsson, samfelagsfrøðingur, kemur at tosa um samfelagsligu støðuna fyri og eftir tunnilin. Síðani fer Hákun Steingrímsson, stjóri á MBM, fortelur um fyrimunin at vera í eini útjaðarakommunu, nú MBM fer at virka ost í Skálavík.
Íblástur kemur eisini longur norðanfrá. Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Norðoy, heldur upplegg við heitinum “Ferð á ferðavinnuna”. Runavíkar kommuna hava kortsíðani verið fyri líknandi broyting, sum sandoyingar fara at vera, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fer at tosa um “Runavíkingar til Havnar ella havnarfólk til Runavíkar”.
Teistin siglir klokkan 17.20 av Gomlurætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald