
Fríggjadagin er 28. juli - ólavsøkuaftan - og leygardagurin er 29. juli - sjálvur ólavsøkudagur.
Hesar dagarnar, umframt teir rundanum sjálva ólavsøkuna, hendir nógv í føroyska høvuðsstaðnum, og fyri at betri skapa eitt yvirlit hevur torshavn.fo gjørt eina undirsíðu.
- Á síðu okkara um ólavsøkuna kanst tú taka skránna niður, kunna teg um broytingar, finna sanghefti til middagssangin og midnáttarsangin, fáa yvirlit yvir ferðsluna og lesa um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni, skrivar Tórshavnar kommuna
Til ber at síggja serstøku síðuna við at trýsta her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald