2025-01-28 08:09
Næstu dagarnar verða servand løgreglufólk sjónlig í Havnini. Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at venjingar verða næstu dagarnar, og byrjað verður fyrrapartin í dag.
Hetta verður ymsastaðni í Havnini. Tað merkir, at vit fara at vera til staðar í ymiskum grannaløgum, ganga millum hús og verða í onkrum hava.
So um fólk síggja svartklæddan mann liggja í onkrum garði, eru tað helst løgreglufólk, sigur løgreglan.
Í dag verður væntað at venjingin er millum klokkan 10 og 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald