
Næstu eina til tvær vikurnar mælir løgtingsstjórin, Johnhard Klettheyggj, fólki til at fylgja tingfundunum í sjónvarpinum ella á FM-tingvarpinum.
Orsøkin er, at servarin í húsinum ikki klárar trýstið.
- Á seinasta tingfundinum undan jólum vóru avbjóðingar við atkvøðuskipanini og stroymingini frá tingfundinum. Hetta vísti seg at vera orsakað av einum servara her í húsinum, sum stýrir sjálvum tingfundunum, og sum Audio Visuelt Centrum í Danmark røkir.
- Arbeitt verður við einari varandi loysn á hesum trupulleika, har netið verður skilt sundur, so avgreiðslan av sjálvum tingfundinum og stroymingin frá hesum ikki koyra saman. Skipanin verður eisini flutt á ein servara uttanfyri húsið, so hon ikki tyngir netið her á sama hátt sum nú, sigur Løgtingið á heimasíðuni.
Ein fyribils sundurskiljing er gjørd til tingfundirnar í hesari vikuni, men tað merkir at stroymingin á logting.fo verður avmarkað. Onkur fólk fara tí at uppliva, at tey ikki sleppa inn á stroymingina, tá markið er rokkið.
Arbeiðið at skilja tingfundin og stroymingian sundur verður væntandi liðugt um eina til tvær vikur.
Tingfundur er í dag settur at byrja klokkan 13:30. Møguliga tú ert ein av teimum hepnu, sum sleppur at fylgja við á logting.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald