Uttanlands

Seta átta milliardir í SAS

Eitt samtak við millum annað danska statinum hevur sett omanfyri átta milliardir í norðurlendska flogfelagið. Harvið er greitt, at SAS heldur fram við sínum virksemi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-03 17:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir fleiri ár við kreppu í SAS hevur tað nú eydnast at fingið nóg nógvan eginpening til at halda fram við sínm virksemi.

Eitt samtak við Castlelake-grunninum, Air France KLM, Lind Invest og danska statskassanum hevur sett 12,9 milliardir svenskar krónur í flogfelagið SAS. Upphæddin svarar til 8,28 milliardir danskar krónur.

Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi seinnapartin, sambært Danmarks Radio.

Sambært tíðindaskrivinum økir danski staturin sín eigaralut frá núverandi 21,8 prosent upp í 25,8 prosent.

- Hetta er tað besta boðið fyri SAS, okkara kravánarar og aðrar parteigarar, sigur danski nevndarformaðurin Carsten Dilling.

Hetta merkir samstundis, at partabrøvini hjá núverandi eigarunum, verða virðisleys. Hetta rakar 255.000 parteigarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder