Mentan

Seta fokus á føroyskt bátasmíð á mentanarviku

Tiltøk við framløgum og kjaki um føroyska bátin og bátasmíð verður á Borg á Glyvrum týskvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-15 14:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski báturin og hansara týdningur fyri okkara siðaarv verður høvuðsevni, á tiltaki á Glyvrum komandi týskvøld sum partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.

Tiltakið verður í handilsbygninginum hjá Borg, og tað eru kommunan, Tjóðsavnið og føroyska UNESCO-nevndin, sum skipa fyri.

Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, at aldagamla handverkið og siðvenjurnar fara fyri bakka. Hetta skrivar Tjóðsavnið í síni umrøðu av tiltakinum týskvøldið.

Vinnuliga brúkið av føroyska bátinum er nærum burtur, og eftirspurningurin eftir nýggjum bátum er nærum eingin. Kappróðurin heldur lív í bátasmíði og brúki, men kann ikki standa einsamallur.

[object Object]

Bátasmiðir verða ikki settir við, og verða munagóð stig ikki tikin nú, er handborna vitanin um føroyskt bátasmíð og um bátasiðvenjur burtur um heilt fá ár.

Týskvøldið tann 21. apríl á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu seta vit øllum stevnu, ið eru áhugað í føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði. Við framløgum, kjaki og pallborði fara vit at umrøða, hvussu bátasmíð kann verða varðveitt sum eitt livandi handverk, og hvussu føroyski báturin kann verða varðveittur í brúki.

Hvussu kunnu land, kommunur, stovnar, feløg og einstaklingar arbeiða saman um at varðveita bátasmíð og bátasiðvenjur fyri eftirtíðina?

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, setur tiltaki. Óluva Zachariassen er orðstýrari.

Fleiri framløgur verða áðrenn kjak verður um evnið.

Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum og samskipari av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum fer at tosa um “Føroyskt bátasmíð í framtíðini”.

Síðan fer Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum at tosa um “Tiltøk og átøk, sum kunnu bjarga føroyska bátinum”.

Eftir hesar báðar framløgurnar verður stutt prát um týdningin av føroyska bátinum. Prátað verður við Samson Højgaard, stovnara av boat.fo, Rodmund Nielsen, stjóra í Borg og Sonju Kjølbro, forkvinnu í Klaksvíkar Róðrarfelag.

Eftir ein støðg verður pallborðsfundur um føroyska bátin og bátasmíð í framtíðini. Við pallborðið siga Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og formaður í stýrinum fyri Kommunufelagið, Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og næstforkvinna í stýrinum fyri Kommunufelagið, Hanus Jensen, bátasmiður og savnsmiðlari á Vikingeskibsmuseet í Roskilde, Heini Hátún, umboð í norðurlendska stýrisbólkinum fyri UNESCO-innskrivingini av norðurlendska súðubygda bátinum og Kristina Djurhuus Christiansen, savnvørður og samskipari av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum.

Høvi verður at seta spurningar. Tiltakið er alment og ókeypis. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder