Innanlands

Seta føroyska matin á kalendaran

Nýtt tiltak ynskir at varpa ljós á góða matin, sum verður dyrkaður, veiddur og framleiddur í Føroyum - savna grundfæ á Hópfígging

2022-10-04 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

‘Árið og maturin’ kallast ein nýggj verkætlan, sum matíverksetin Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen hevur sett í gongd saman við teknaranum og sniðgevanum, Lenu Nicolajsen.

Talan er um ein kalendara, sum vísir nær ymsi føroyski maturin er í árstíð. Kalendarin/yvirlitið fer at gera tað lættari hjá fólki at keypa staðbundnan mat í árstíð og á tann hátt eta/keypa meira burðardygt.

Til tess at skaffa byrjanarkapital til ætlanina, eru tær í dag farnar á Hópfígging til tess at fáa til vega minst 80.000 krónur, sum krevjast fyri at kunna seta ætlanina í verk.

‘Árið og maturin’ verður á hópfígging lýst soleiðis:

Ein burðardygg og staðbundin matmentan

Við verkætlanini, Árið og maturin, ynskja vit at varpa ljós á góða matin, sum verður dyrkaður, veiddur og framleiddur í Føroyum.

Fyri mong kann tað tykjast torført at fáa skil á nær staðbundi maturin er í árstíð, og tí hava vit tikið stig til at menna ein føroyskan matkalendara, sum vísir nær rávørur og matvørur eru í árstíð. Kalendarin verður sniðgivin og prentaður í tveimum ymiskum formatum, sum ein ársplakat (A2) og sum vanligur kalendari við einari síðu pr. mánað (A3), og tað er føroyski teknarin og sniðgevin, Lena Nicolajsen, sum myndprýðir kalendaran.

Nógvar orsøkir eru at keypa staðbundnan mat í árstíð. Tað er gott fyri umhvørvið, at vit minka um innflutning av hópframleiddum matvørum úr fjarskotnum londum og at vit heldur økja burðardyggu matframleiðsluna og -søluna í Føroyum. Tá vit keypa staðbundnan mat beinleiðis frá føroysku framleiðarunum gagnar hetta bæði framleiðarunum, nærsamfelagnum og felagskensluna millum fólk. Somuleiðis gagnar tað føroyska búskapinum, at vit bæði framleiða, selja og nýta staðbundna matin í Føroyum.

Meira um ‘Árið og matin’ á Hópfígging 

[object Object]
Sunniva G. Mortensen (Savnsmynd: Súsanna Smith Johansen)


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder