Innanlands

Seta hakan í til Húsarhaldsskúlan

Í morgin verður hakin settur í fyri byggingini av nýggjum húsarhaldsskúla á Biskupsstøð

2022-11-06 18:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin klokkan 14:30 verður hakin settur í fyri byggingini av nýggjum húsarhaldsskúla á Biskupsstøð.

Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, bjóðar vælkomin, og síðani verður bjóðað inn í kappróðrarneystið til ein drekkamunn. Svend Siverstsen, arkitektur frá Fuglark, greiðir frá verkætlanini og borgarstjórin Karl H. Johanesen, fer eisini at bera fram røðu.

Nýggi skúlin við vistaparti verður áleið 2100 fermetrar til støddar og tilboðsupphæddin er 53 milliónir krónur.

Høvuðsarbeiðstakari er Kanjon, og arbeiðið byrjar beinanvegin.

Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Klaksvíkar Húsmøðrafelag í 1974 og gjørdist sjálvsognarstovnur í 1993.

Tað eru sjey fólk í starvi á skúlanum. Leiðari á fulla tíð, ein lærari fulla tíð, tríggir tímaløntir lærarar og tvær náttarvaktir. Harumframt verða gestalærarar brúktir. 21 næmingar ganga á skúlanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder