Innanlands

Seta løðistøðir til elbilar upp á Toftum

Løðistøðir verða í næstum settar upp við Toftagjógv

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2021-07-02 17:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í nýggju nevndini í Nes kommunu við navninum Burðardygd, hava mál verið viðgjørd um løðistøðir, skipan av endurnýtsluvirkinum, bokashi og ruddingardag og fólkaheilsudag í samband við várdagar.

Á bygdarráðsfundi 28. juni varð einmælt samtykt at loyva SEV at seta tvær løðistøðir upp á parkeringsøkinum við Toftagjógv.

Samtyktin ber í sær, at Nes kommuna ger kaðalgrøvina, stoypir fundamentini til løðistøðirnar og frámerkir fýra p-básar til endamálið. Í fyrstu atløgu verður ein løðistøð sett upp í næstum.

Komandi tíðina fer nevndin “Burðardygd” at nágreina nærri, hvørji mál kunnu setast fyri valskeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder