Innanlands

Seta sjóneykuna á framtíðar flogvinnu

Hvussu er skilabest at skipa flogvøllin framyvir. Tann spurningin og fleiri aðrar setur Fólkaflokkurin sjóneykuna á mánakvøldið í Sørvágs skúla

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-13 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Flogvøllurin er broyttur nógv, síðani fyrsta flogfarið lendi fyri 61 árum síðani. Fleiri útbyggingar eru gjørdar, virksemið er vaksið og fyri stuttum lendi fyrsta farmaflogfarið. Men hvussu er skilabest at skipa Flogvøllin framyvir? Tann spurningin og fleiri aðrar setur Fólkaflokkurin sjóneykuna á mánakvøldið kl. 19 í Sørvágs skúla.

Vága Floghavn byrjaði við at vera ein hernaðarfloghavn, sum varð bygd undir seinna heimsbardaga. Tí var tað ikki fyrr enn 17. juli 1963, at fyrsta flogfarið – undir vanligari flogferðslu – lendi í Vágum.

Í dag, 61 ár seinni, er flogvøllurin í Vágum framvegis karmur um flogferðsluna í Føroyum, og er hann tann størsta hurðin til útheimin, sum føroyingar hava. Nógvar broytingar eru hendar – og fleiri eru ávegis. Eitt nú, tá fyrsta farmaflogfarið í Føroyum lendi í vágunum fyri fáum vikum síðani. Eitt nýbrot í føroyskari flogsøgu.

Men hvussu skal framtíðin hjá Vága Floghavn síggja út. Skal virksemið víðkast enn meira, og skulu fleiri útbyggingar gerast? Hetta evnið setur Fólkaflokkurin sjóneykuna á mánakvøldið 15. apríl í Marghøllini í Sørvágs skúla. Tiltakið byrjar kl. 19.

Skráin:

19:00: Vælkomin
Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, bjóðar vælkomin.

19:10: Útbyggingar í Vága Floghavn
Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, leggur fram um ferðslu, útlit, framtíðarætlanir og útbyggingar.

19:30: Framløga: Farmaflúgving til og úr Føroyum
Birgir Nielsen, stjóri í Farcargo, leggur fram um, hvussu tað er at vera fyrsta farmaflogfelagið í Føroyum, og hvussu hevur gingist.

19:50: Tónleikur: Jórunn Gudmundsen
Dugnaliga sangarinnan úr Sandavági, Jórunn Gudmundsen, spælir nøkur løg

Steðgur

20:15: Framløga: Framtíðarætlanir í Atlantic Airways
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, greiðir frá virkseminum  og framtíðarætlanunum í  felagnum.

20:25: Framløga: Simulator AW139 og A320 verkætlanin
Hans Erik Jakobsen, Head of Training í Atlantic Airways Aviation Academy, leggur fram um AW139 og A320 verkætlanina.

20:35: Orðið er frítt
Øll hava møguleika at koma til orðanna. Viðmerkja ella spyra um eitt og hvørt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder