Innanlands

Seta spakan í týsdagin

Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismaður, fer týsdagin at loysa fyrsta flagið

2022-06-26 18:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsdagin 28. juni, verður spakin settur í til Sambýlið í Reynstúni á Argjum. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi.

Tiltakið er klokkan 15 í Reynstúni á Argjum. Stjórin fyri Landsverk, Sigurd L. Lamhauge, bjóðar vælkomin og Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, ber fram røðu og loysir síðani fyrsta flagið.

Heimið verður til 18 búfólk, sum hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Umframt búeindirnar eru felagsøki og starvsfólkaøki. Heimið fer at liggja beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin á Argjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder