Innanlands

Seta spurnartekin við Bárð á Steig Nielsen sum løgmann

- Slíkur atburður hóskar seg als ikki hjá einum samgonguleiðara, og hetta ger, at Ung fyri Miðflokkin setur álvarslig spurnartekin við, um Bárður á Steig Nielsen eigur at halda áfram sum løgmaður

Aksel Kambsskarð Berg, formaður, Ung fyri Miðflokkin

Aksel Kambsskarð Berg, formaður, Ung fyri Miðflokkin

2021-12-21 07:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ung fyri Miðflokkin eru eins og móðurflokkurin sera ónøgd við, at málið um sammóðurskap varð samtykt í løgtinginum í gjár. Tey halda, at samgongustamstarvið eigur at verða endurskoðað.

Skriv, sum tey hava sent út er soljóðandi:

Ung fyri Miðflokkin vilja við hesum skrivið gera til sjóndar, at vit eru sera vónbrotin av, at málið um sammóðurskap varð samtykt í Løgtinginum í dag. Serliga eru vit vónbrotin um, at fleiri tinglimir í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum vísa illoyalitet og venda bakið til avtalurnar hjá samgonguni. Veljarin verður enn einaferð mintur á, at hann bert kann hava álit á Miðflokkin, tá tað kemur til at verja kristin virðismál.

Løgmaður hevur frá byrjan meldað greitt út, at hann ikki vildi góðtaka, at mál vórðu samtykt uttanum samgonguna. Hann hevur tó sjálvur ofta róð í egna sjógv, tá tað kemur til handfaringina av korona. Løgmaður gav í dag sínum tingbólki boð um, at tað stóð teimum frítt at bróta sínar avtalur, ið tey høvdu skrivað undir uppá í samgonguskjalinum. Slíkur atburður hóskar seg als ikki hjá einum samgonguleiðara, og hetta ger, at Ung fyri Miðflokkin setur álvarslig spurnartekin við, um Bárður á Steig Nielsen eigur at halda áfram sum løgmaður. 

Miðflokkurin stendur nú við tí veruleikanum, at málið um sammóður er samtykt. Tað var onki, ið Miðflokkurin kundi gera fyri at forða hesum. So tann politiski veruleikin gongur víðari. Nú má flokkurin hyggja uppá, um hann kann hava álit á sínir samstarvsfelagar.

Tað eru enn nógv mál, ið Miðflokkurin ynskir at fáa avgreitt. Vit eru sannførd um, at samgongan hevur eina skyldu yvirfyri sínum veljarum at royna at áhaldandi gjøgnumføra politikk, ið hevur ágóðan fyri okkara land.

Ung fyri Miðflokkin vil tí eggja samgongupartarnar um at koma saman og gera eina roynd at skipa samgonguna á nýggjum og hyggja frameftir. Men um tað ikki er gjørligt, so er einasta loysn at útskriva eitt nýval.

Les eisini: Miðflokkurin ivast í um samgongan kann halda fram

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder