Innanlands

Sethúsaprísir hækkaðu upp í 25 prosent

Í Eysturoy, Vágum og Suðuroy hækkaðu prísirnir millum 19,5 og 25 prosent, meðan hækkingin var ávikavist 12 prosent og 9 prosent í høvuðstaðarøkinum og í Klaksvík, sigur Betri

Í Eysturoynni vóru tað serliga einkultar sølur rundan um Eysturoyartunnilin sum ávirkaðu miðalprísin. Tilvildarlig mynd av Google Maps (Mynd: Google Maps 2016)

Í Eysturoynni vóru tað serliga einkultar sølur rundan um Eysturoyartunnilin sum ávirkaðu miðalprísin. Tilvildarlig mynd av Google Maps (Mynd: Google Maps 2016)

2022-03-02 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sethúsaprísirnir hildu á at hækka síðsta ársfjórðing í fjør. Tað sigur Betri í einari uppgerð á heimasíðuni. 

Sostatt gjørdist 2021 enn eitt ár við hækkandi sethúsaprísum. Serliga vóru tað smærru økini, sum hækkaðu lutfalsliga mest í 2021.

Í Eysturoy, Vágum og Suðuroy hækkaðu prísirnir millum 19,5 og 25 prosent, meðan hækkingin var ávikavist 12 prosent og 9 prosent í høvuðstaðarøkinum og í Klaksvík.

Miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðstaðnum er nú komin upp á 3,7 mió., meðan miðalprísurin fyri Føroyar var 2,3 mió. í 2021. Í Eysturoynni vóru tað serliga einkultar sølur rundan um Eysturoyartunnilin sum ávirkaðu miðalprísin. Eini miðal hús kosta nú á leið 1,9 mió í Eysturoy, og er hetta ein hækking á 25 prosent í mun til miðalprísin í 2020.

[object Object]

Meðan onnur privatbúskaparlig viðurskifti hjá húsarhaldum ikki eru broytt nevnivert, er bústaðarbyrjan framvegis vaksandi.

Bústaðarbyrðan í Tórshavn er í løtuni 34 prosent. Í Eysturoynni er bústaðarbyrðan 19% og fyri Føroyar er talið 23 prosent. Hetta svarar til ein miðal vøkstur á 3 prosentstig samanborið við 2020.

Bústaðarbyrðan lýsir hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par skal brúka, fyri at fíggja síni sethús.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder