Innanlands

Sethúsaprísirnir hækkaðu eitt vet í øðrum ársfjórðingi

Miðalprísurin fyri alt landið var 200.000 krónur hægri. Enn eru ikki stórvegis broytingar í bústaðarmynstrinum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-08-18 16:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sethúsaprísirnir hækkaðu eitt vet í 2. ársfjóðingi í ár samanborið við 1. ársfjórðing.

Í 2. ársfjórðingi kostaðu eini miðal sethús í Tórshavn 3,9 mió. krónur, og í Eysturoynni 2,4 mió. krónur. Miðalprísurin í Føroyum var 2,7 mió. krónur.

Tað vísir uppgerð hjá Betri banka.

Miðalprísurin fyri fyrra hálvár 2023 var ávíkavist 3,8 og 2,2 mió. krónur í Tórshavn og Eysturoynni. Miðalprísurin fyri alt landið var 2,5 mió. krónur.

Hóast miðalprísurin 2. ársfjórðing í ár er hækkaður eitt vet, so er miðalprísurin higartil í 2023 áleið tann sami, sum miðalprísurin fyri 2022.

[object Object]

- Vit høvdu væntað príslækkingar og færri sølur í 2. ársfjórðingi, men enn síggja vit ikki stórvegis broytingar í bústaðarmynstrinum. Vit síggja samstundis, at lutfalsliga fleiri bústaðir vórðu seldir í høvuðsstaðarøkinum í mun til aðrastaðnis í landinum, men tað er ikki vist, at tað heldur fram, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, um gongdina á sethúsaprísunum.

Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka upp á at gjalda sítt sethúsalán.

Í 2022 var bústaðarbyrðan í Tórshavn og í Eysturoynni ávíkavist 37 og 21 prosent. Fyri allar Føroyar var hon í miðal 25 prosent.

Higartil í ár er bústaðarbyrðan í Tórshavn og Eysturoynni ávíkavist 43 og 23 prosent. Fyri allar Føroyar er hon í miðal 27 prosent.

Sostatt er bústaðarbyrðan í Tórshavn vorðin 6 prosentstig tyngri, og í Eysturoynni og í miðal fyri alt landið er hon vorðin 2 prosentstig tyngri.

[object Object]

Hóast miðalprísurin higartil í ár ikki er broyttur tað stóra samanborið við í fjør, er bústaðarbyrðan vorðin tyngri, tí rentan er hækkað. Harumframt er rentan hækkað tvær ferðir í 3. ársfjórðingi í ár, og tí kann væntast, at bústaðarbyrðan verður enn tyngri. Skal bústaðarbyrðan lætna er neyðugt, at tøka inntøkan hækkar ella miðalprísirnir lækka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder