Innanlands

Setrið: 37 færri umsóknir gjøgnum kvotu 2 í mun til í fjør

Hetta kemst serliga av, at 32 færri av slíkum umsøknum eru komnar til Sjúkrarøktarfrøði, sum nú eisini byrjar í januar. Samanlagt 108 umsóknir eru komnar inn

Mynd: setur.fo

Mynd: setur.fo

2022-06-09 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at freistin um at søkja gjøgnum kvotu 2 til lestrarpláss á Fróðskaparsetur Føroya eftir summarfrítíðina er av kann staðfestast, at 108 umsóknir eru komnar inn.

Á heimasíðu sínari skrivar Setrið, at tað er serliga ein orsøk til hetta 145 umsóknir í fjør. 

- Serliga er stór minking í umsøkjaratalinum til sjúkrarøktarfrøði, men har ger tað serliga seg galdandi, at Setrið á fyrsta sinni eisini tók upp lesandi í sjúkrarøktarfrøði í januar. Til vetrarbyrjanina tá komu 49 kvotu2-umsóknir inn.

Eisini er talið minni av kvotu2-umsóknum til námsfrøði samanborið við í fjør, tá óvanliga mong søktu inn (43). Umsøkjaratalið í ár er á somu leið, sum vanligt hevur verið.

Summar útbúgvingar hava bara verið bodnar út annaðhvørt ár. Tríggjar av hesum, sum ikki vóru tøkar fyri einum árið síðani, eru tað í ár. Talan er um KT-verkfrøði, lívfrøði og mýlalívsvísindi Tá til bar at søkja tær seinast - í 2020 - vóru samanlagt 152 umsóknir. Tó sæst á talvuni niðanfyri, at tað í ár eru fimm fleiri, ið hava søkt um at lesa KT-verkfrøði, í mun til 2020.

[object Object]

(setur.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder