Stakgreinalestur er til fólk, sum fylgja undirvísing og fara til próvtøku í einstøkum lærugreinum ella skeiðum uttan at vera innskrivað til fullan lestur.
Soleiðis lýsir Setrið tað á heimasíðu sínari.
- Hetta er tí ein góður møguleiki hjá fólki, sum annars arbeiða ella ikki ætla sær at taka eina heila útbugving.
Víst verður á hendan møguleikan, nú umsóknarfreistin til skeiðini hetta semestrið nærkast.
Útbúgvingar á Setrinum eru settar saman av støkum skeiðum og tí ber til at tekna seg til stakskeið og taka prógv í teimum, um pláss eru tøk. Her er møguleiki at fáa eitt ávist tal av ETCS-stigum
Harumframt verða eisini serlig gjaldsskeið boðin út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg, skrivar setur.fo.
Umsóknarfreistin til at søkja um mongu skeiðini er nú mánadagin 6. januar.
Nærri kunning og umsóknarblað eru at finna HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald