Innanlands

Setrið bjóðar til almenna móttøku í sambandi við rektaraskifti

Í sambandi við, at Chik Collins leggur frá sær og Martin Zachariassen tekur við sum rektari á nýggjárinum, verður alment hátíðarhald í Kongshøll týsdagin 13. desember

Almenn móttøka verður í Kongshøll týsdagin (Savnsmynd)

Almenn móttøka verður í Kongshøll týsdagin (Savnsmynd)

2022-12-08 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á nýggjárinum verður vaktarskifti á rektaragongini á Fróðskaparsetri Føroya, tá Chik Collins leggur frá sær, og Martin Zachariasen tekur við.

Í hesum sambandi bjóðar Fróðskaparsetrið til almenna hátíðarløtu í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn í komandi viku.

Tá fer Setrið at takka Chik Collins fyri tað stóra íkastið, sum hann hevur givið Setrinum, síðan hann tók við sum rektari á heysti 2019, og bjóða Martini Zachariasen vælkomnum, skrivar Fróðskaparsetrið í tíðindaskrivi.

Hátíðarløtan verður týsdagin 13. desember klokkan 15. Røður verða hildnar, og okkurt gott verður eisini at fáa, skrivar Fróðskaparsetrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder