Innanlands

Setti fyrsta spakan í til nýggja útstykking í Leirvík

Víðari útstykkingin á Fløtugerði ger, at pláss verður fyri 16 grundstykkjum og einum øki til íbúðarbygging – Arbeiðið verður væntandi liðugt komandi heyst

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2021-11-20 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósmorgunin setti Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, fyrsta spakan í til víðari útstykkingina á Fløtugerði í Leirvík.

Býlingurin fær 16 nýggj grundstykkir, ið eru úr 525 til 580 fermetrar til støddar. Hetta kemur afturat teimum 18 grundstykkjunum, sum vórðu liðug í 2019, har fleiri hús nú standa í ger, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Harafturat er pláss sett av til íbúðarøki, sum kommunan fer at bjóða út í næstum. Ætlanin er at bjóða hetta øki út líka sum íbúðarøkið í Norðragøtu, og væntandi kemur hetta økið at geva pláss til í minsta lagi 11 bústaðir.

Tað var á býráðsfundi í mars, at býráðið samtykti at seta gongd á víðari útstykking á Fløtugerði í Leirvík. Teknistovan í Gøtu hevur gjørt uppskotið til hetta byggistigið. Listatión var í september, og á býráðsfundi síðst í september samtykti býráðið at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Articon.

Væntandi verður arbeiðið liðugt í september 2022, skrivar Eysturkommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder