Innanlands

Setursskúli stóran týdning fyri trivnaðin hjá næmingunum

- Vit síggja næmingar blóma og vísa eina heilt aðra síðu av sær sjálvum á setursskúlanum, enn vit síggja í skúlanum. Hetta siga skúlastjóri og varaskúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu

Áðrenn farið verður fáa næmingarnir undirvísing í ymiskum, sum eyðkennir staðið: Túrarnir gera nakað øðrvísi við næmingarnar og flokkin, halda lærarnir (Mynd: skulabladid.fo)

Áðrenn farið verður fáa næmingarnir undirvísing í ymiskum, sum eyðkennir staðið: Túrarnir gera nakað øðrvísi við næmingarnar og flokkin, halda lærarnir (Mynd: skulabladid.fo)

2025-02-18 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv minnast helst aftur á tað at fara á seturskúla sum nakað serligt. Hetta kann vera bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar.

Tað er ymiskt, hvørjar siðvenjur hvør fólkaskúli í Føroyum hevur. Skúlablaðið skrivar nú um skúlan við Gøtugjógv.

Í Skúlanum í Eysturkommunu hava tey ta siðvenjuna, at triði og sætti flokkur er á setursskúla á hvørjum ári.

Annika Katrin Joensen, varaskúlastjóri, og Atli F. Johansen, skúlastjóri, halda, at tað er skilagott at byrja við næmingunum í triðja flokki. Eru næmingarnir yngri, er tað meiri avbjóðandi at ferðast við teimum, halda tey.

- Næmingarnir í triðja flokki eru vanliga búnir at ferðast, og teir gleða seg og eru øgiliga spentir at fara. Seinnu árini hava vit verið í Kunoy og Tjørnuvík. Bæði støðini hóska sera væl til setursskúla, og umhvørvið er sera gott. Vit hava onkuntíð verið aðrastaðni, men tá er tað ofta tí, at vit kunnu leiga eitt sindur bíligari. Uttanlandsferðir fara vit ikki, tí tað krevur alt ov nógv fíggjarliga.

Sambært teimum hevur stóran týdning, - bæði fakliga og sosialt. Áðrenn farið verður fáa næmingarnir undirvísing í ymiskum, sum eyðkennir staðið: Í sagnum og søgum, umframt um náttúruna og umhvørvið. Tað ger nakað øðrvísi við næmingarnar og flokkin.

- Tað sosiala hevur so nógv at siga, og tí velja lærarar at fara á setursskúla fyrst í triðja flokki við samansjóðing og tí sosiala fyri eyga. Vanligt er annars at fara um várið. Vit síggja næmingar blóma og vísa eina heilt aðra síðu av sær sjálvum á setursskúlanum enn vit síggja í skúlanum.

Tveir lærarar fara altíð við á setursskúla; eru serligar umstøður fara fleiri. Skúlablaðið skrivar, at triði flokkur er á setursskúla eina nátt og sætti flokkur tvær nætur. Orsøkin til, at næmingar ikki fara oftari á setursskúla er orka og fígging. Tað eru vorðið væl dýrari at fara  setursskúla síðstu árini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder