Innanlands

SEV: Grønur februar í Suðuroy

Í februar var tilsamans 52 prosent av elframleiðsluni í Suðuroy úr varandi orkukeldum, seliga var tað vindorkan, sum gjørdi munin

Vindmyllulundin í Porkeri (Mynd: SEV)

Vindmyllulundin í Porkeri (Mynd: SEV)

2021-03-08 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aðruhvørja ferð, suðringar tendraðu ljósið í februar, kom streymurin úr varandi orkukeldum.

Vindorka, vatnorka og sólorka stóðu nevniliga fyri tilsamans 52 prosentum av elframleiðsluni í Suðuroy í februar, skrivar SEV á heimasíðuna.

Í februar var tað var serliga vindorkan, sum gjørdi munin. Vindmyllulundin í Porkeri framleiddi 1.052 MWt, sum er góð 36 prosent av samlaðu framleiðsluni, meðan vatnorkuverkið í Botni framleiddi 458 MWt, sum er 16 prosent av framleiðsluni.

Elframleiðslan úr olju kom upp á 48 prosent av samlaðu framleiðsluni, og hetta kann samanberast við februar í fjør, tá oljuframleiðslan var góð 86 prosent, skrivar elfelagið.

Klára veðrið í fyrru helvt av februar hevði eisini við sær, at sólorkulundin í Sumba framleiddi lutfalsliga nógv; nærum fimm MWt, sum svarar til mánaðarnýtsluna hjá á leið 16 húskjum. Besti dagurin í Sumba var 22. februar, tá framleiðslan kom upp á 464 kWt.

SEV leggur afturat, at eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroynni eisini var 7,8 prosent hægri í februar í ár enn í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder