Innanlands

SEV: Nú er høgligari at løða sær bilin

Tvær nýggjar løðistøðir eru settar upp og til reiðar at nýta á Skálatrøð í Havn, og har ber nú til at løða átta bilar samstundis – Arbeitt verður eisini við at seta aðrar nýggjar løðistøðir upp kring landið

(Mynd: SEV)

(Mynd: SEV)

2021-07-17 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvær nýggjar løðistøðir eru settar upp og til reiðar at nýta á Skálatrøð í Havn. Onnur løðistøðin er ein 150 kW skjótløðistøð av slagnum Alpitronic Hypercharger, ið løðir tríggjar ferðir so skjótt sum verandi 50kW DC-skjótløðistøðir. Harafturat er ein nýggj AC-løðistøð sett upp, og tískil ber nú til at løða átta bilar samstundis á Skálatrøð – fimm við AC og tríggjar við DC.

Tað skrivar SEV á heimasíðuna.

Á nýggju Alpitronic løðistøðini ber til hjá tveimum bilum at løða samstundis við DC stikki – ein møguleiki, sum ikki er á gomlu skjótløðistøðunum.

– Talið á elbilum í Føroyum er økt nógv í seinastuni, og av tí sama er eftirspurningurin á skjótløðistøðum eisini hækkaður. Fleiri av teimum nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Við nýggju støðini er løðitíðin stytt munandi.

– Møguleikarnir hjá elbilaeigarum at løða bilin á ferð kring landið verða nú eisini munandi betri, tí arbeitt verður fram í móti at seta eina 150kW DC-skjótløðistøð umframt ein AC-løðara upp við Effo støðina í Skálafirði eisini. Gongur eftir ætlan, verður hon tøk seinni í ár. Harnæst koma 150 kW skjótløðistøðir og AC-løðarar ávikavist við Magn støðina í Gøtudali og við Effo støðina í Kollfjarðardali. Tó hevur ikki eydnast at fáa byggiloyvi í Kollfjarðardali, og tí er óvist, nær tann løðistøðin verður sett upp, skrivar SEV.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder