Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri SEV og Orku fer í næstum at endurskoða treytirnar fyri at binda smáverk í elnetið hjá SEV. Talan er um kundar, ið bæði framleiða og nýta elorku – t.d. smá vatnorkuverk og vindorkuverk, eisini nevndir elfelagar.
- Vit fegnast um øll grøn átøk frá áhugaðum og ágrýtnum einstaklingum og íverksetarum, men tað er alneyðugt, at øll arbeiða eftir nágreiniligum ásettum reglum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, í sambandi við at einstakir eigarar av smáverkum finnast at SEV, tó at greiðar reglur eru á økinum í løtuni.
Inntil arbeiðið at endurskoða íbindingartreytirnar fyri smáverk er liðugt og møguligar nýggjar treytir fyri íbinding fyriliggja, noyðast tey, sum t.d. reka smá vatnorkuverk ella vindorkuverk at virka eftir galdandi reglum, sum orkumyndugleikin góðkendi 16. apríl 2018. Harumframt eru eisini reglur um tiltaksmátt frá SEV til aðrar veitarar, sum Føroya Landsstýri góðkendi 27. apríl 2000, og sum hareftir hava verið partur av gjaldsskránni hjá SEV.
- Tó at sera ágrýtnir eigarar av smáverkum eru ónøgdir, so er neyðugt at viðgera hetta sum eitt prinsipippmál saman við orkumyndugleikanum. Vit kunnu ikki viðgera almennar treytir við støði í einstøkum málum, tí hesar treytir skulu halda inn í framtíðina bæði fyri alla elskipanina og fyri øll, sum ynskja at byggja smáverk av ymsum slag, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Íbinding innan fyri ella uttan fyri elmálaran
Hann vísir á, at í høvuðsheitum eru sambært galdandi treytum tvey hugtøk avgerandi. Tað er spurningurin um “íbinding av verkinum er innan fyri elmálaran hjá kundanum” ella “íbinding uttan fyri elmálaran hjá kundanum”. Tá t.d. smá vatnorkuverk binda í “uttan fyri elmálaran”, lata tey el inn á elnetið hjá SEV fyri ásettan prís. Sum vanligir kundar keypa tey síðani elorku aftur frá SEV, og eru sostatt partur av samhaldsføstu elskipanini, sum m.a. fevnir um veitingartrygdin og veitingarskyldu – t.e. altíð støðug elorka, 24 tímar um samdøgrið, alt árið út í hvønn krók í samfelagnum.
Um bundið verður í “innan fyri elmálaran”, framleiðir kundin til sín sjálvs; møgulig avlopsorka kann latast inn á elnetið hjá SEV. Hinvegin hevur kundin rætt til veitingartrygd, sum kostar 1.100 kr. í tiltøkugjaldi – eisini nevnt effektgjald – fyri hvørt kW í installeraðum mátti. T.v.s. at ein kundi, sum hevur ein framleiðslumátt á 11 kW, skal rinda 12.100 krónur árliga fyri, at SEV loftar hesum verki, tá tað ikki megnar at framleiða nóg mikið av orku til sín sjálvs. Talan er her um elgóðsku, veitingartrygd og javnvág í elskipanina, sum annars er íroknað vanliga elprísin, um kundin velur at binda í elnetið “uttan fyri elmálaran”, og harvið velur at vera partur av samhaldsføstu trygdini og elveitingarskipanini.
Niðanfyri síggjast íbindingartreytirnar fyri smáverkini.
Galdandi treytir fyri íbinding av smáverkum í elnetið hjá SEV
Prísskipanin hjá SEV er soleiðis háttað, at prísurin umboðar alla virðisketuna í elveitingini. Virðisketan inniheldur: framleiðslu uttan systemveitingar – (systemveitingar eru m.a. frekvensstabilitetur, spenningsstabilitetur, kortslutningseffekt og rullandi máttur) – framleiðslu við systemveitingum, tiltaksmátt, netrakstur íroknað nettap, umsiting og yvirskot til framtíðaríløgur.
Treytirnar fyri at binda smáverkini í elnetið eru gjørdar við støði í hesi prísskipan, sum Orka góðkendi 16. apríl 2018:
- Vatnorkuverk minni enn 11 kW uttan fyri elmálaran kunnu fáa 0,50 kr/kWt uttan MVG.
- Vatnorkuverk størri enn 11 kW uttan fyri elmálaran skulu gera prísavtalu við SEV og framleiðsluprísurin fyri verk undir 11 kW kunnu vera vegleiðandi fyri prísir fyri verkini yvir 11 kW.
- Vindorkuverk minni enn 11 kW uttan fyri elmálaran kunnu fáa 0,35 kr/kWt uttan MVG.
- Vindorkuverk størri enn 11 kW uttan fyri elmálaran skulu gera prísavtalu við SEV og framleiðsluprísurin fyri verk undir 11 kW kunnu vera vegleiðandi fyri prísir fyri verkini yvir 11 kW.
- Sólorkuverk minni enn 11 kW innan fyri elmálaran kunnu fáa 0,75 kr/kWt uttan MVG, men íroknað tiltøkugjald.
- Sólorkuverk størri enn 11 kW uttan fyri elmálaran skulu gera prísavtalu við SEV.
Sambært galdandi gjaldsskrá hjá SEV ber eisini til at binda egið orkuverk í innan fyri elmálaran, og tá eru treytirnar hesar:
"TILTØKUGJALD (EFFEKTGJALD)
Elinnleggingar, sum fáa elmegi frá egnari framleiðslu (ella frá øðrum enn SEV), kunnu fáa loyvi at brúka elveitingina hjá SEV sum trygd móti at gjalda eitt árligt gjald uppá 1.100,- kr. fyri hvørt kW í installeraðum framleiðslumátti (ávikavist nýtslumátti) hjá viðkomandi elinnlegging, tó í mesta lagi svarandi til teymasikringina mótvegis elnetinum hjá SEV.”
Tiltøkugjaldið avspeglar júst tað, at í verandi prísskipan hjá SEV er ein kostnaður fyri, at SEV er tøkt 24 tímar hvønn dag í árinum, og kostnaðurin er deildur yvir alla søluna av kilowatttímum. Hesin kostnaður verður í dag goldin av øllum, sum brúka el (kilowatttímar).
Verandi áseting um tiltøkugjald var samtykt á stýrisfundi hjá SEV 30. januar 1998 og góðkend av Føroya Landsstýri 27. apríl 2000.
- SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald