Innanlands

Sev skal ikki sleppa at bjóða upp á varandi orkuframleiðslu

Stendur tað til landsstýrið verður Sev netfelag – systemoperatørur – í framtíðini, meðan privat feløg skulu tryggja skiftið til varandi orku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-18 14:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrið fer í næstum at leggja fram uppskot til broytingar í elveitingarlógini, sum greiðari staðfesta uppgávur og skyldur hjá pørtunum á elveitingarøkinum. Hetta verður gjørt fyri at stuðla undir orkupolitikkin hjá landinum, sum sigur at munandi meira ferð skal setast á framleiðsluna av grønari orku, og at elnetið hjá Sev í hesum sambandi verður skilt frá hinum virkisøkjunum í felagsskapinum.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við orkumálum, í svari til fyrispurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.

Landsstýrismaðurin ger í svarinum greitt, at tað ikki er ætlan landstýrisins, at kommunala lutafelagið Sev í framtíðini skal kunna bjóða upp á sokallað 'kappingarútsett virksemi', eitt nú vindorka, sólorka og onnur varandi orka.

Systemoperatørur og netfelag
Ístaðin skal Sev vera ‘systemoperatørur’ og ‘netfelag’ har uppgávan er at reka elskipanina og at fremja neyðugar útbyggingar av netinum við tilhoyrandi systemeindum, sum eru neyðugar til tess at halda eina trygga elveiting, ið stuðlar undir málið um elveiting úr varandi orkukeldum.

Helgi Abrahamsen vísir á, at Sev eigur og rekur allar størri og kritiskar systemeindir, undir hesum vatnorkuverkini, oljukraftverkini og komandi pumpuskipanina í Vestmanna.

Hann leggur afturat, at hetta ikki forðar kommununum (eigarunum av Sev, -red.) framhaldandi at vera við í framleiðsluni av orku inn á el-netið. Hetta skal bara gera í einum øðrum felag.

Ikki talan um einskiljing
Landsstýrismaðurin vísir aftur, at landsstýrið hevur ætlanir um at einskilja Sev.

- Tað liggur als ikki í kortunum, at Sev skal einskiljast. Hinvegin skal leikluturin sum systemoperatørur og netfelag gerast greiðari. Hetta er týdningarmikið stig í tilgongdini at skapa tíðarhóskandi karmar fyri stóru uppgávuna,sum SEV nú skal fara undir, t.e. at útbyggja net og skipanarberandi eindir og at fyrireika seg til kompleksu uppgávuna at stýra eina elskipan, sum í síni heild byggir á varandi, skrivar Helgi Abrahamsen í svarinum.

Alt svarið kann lesast her 

[object Object]Sirið Stenberg

Heldur lítið um ætlanirnar
Sirið Stenberg heldur lítið um ætlanirnar hjá Helga Abrahamsen at “petta Sev sundur”, sum hon tekur til.

Í viðmerking sigur hon.

- Tað er púra óskiljandi at landsstýrið heldur fast í at petta SEV sundur. Og enn meira óskiljandi um kommunurnar góðtaka hetta, og fara undir at stovna nýggj feløg. Og hvussu kann man siga, at tað ikki kemur at hava týdning fyri brúkaran? Tá ið privat feløg skulu inn at kappast við felagið, sum vit øll eiga, so skulu teir hava vinning. Og tað er bert brúkarin til at gjalda tað.

- Samanumtikið liggur i svarinum, at privat skulu hava vinning og SEV skal sita eftir við útreiðslupartinum. Nú er bert eftir at seta álitið á kommunurnar. Ætlanin hjá landsstýrinum er greið, sigur tingkvinnan fyri Tjóðveldi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder