Innanlands

SEV: Sólorkuskipanin roynist væl

Higartil hevur sólorkuskipanin í Sumba klárað seg væl í illveðrinum, og úrtøkan er lutfalsliga góð, hóast skipanin var sett upp á myrkastu árstíð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-01-10 17:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sólorkuskipanin í Sumba, sum varð knýtt í elskipanina í november 2019, er fyrsta veruliga royndin í Føroyum at byggja størri nøgdir av sólorku inn í føroysku elskipanina.

Talan er um eina 246 kW stóra sólorkulund, ið er sett upp á gamla fótbóltsvøllinum við Krossin í Sumba.

Tó at tað er ov tíðliga at seta ítøkilig tøl á, so ber til at siga, at higartil hevur úrtøkan verið lutfalsliga góð, hóast skipanin var sett upp á myrkastu árstíð. Haldførið er eisini gott, sólorkulundin hevur staðið væl í ringa illveðrinum, sigur SEV.

Sólorkskipanin verður mett at framleiða 160 MWt árliga. Tað svarar til elnýtsluna hjá umleið 32 vanligum húskjum. Verður sólorka partur av orkusamansetingini í Suðuroy saman við vatnorkuni og oljuni á Vágsverkinum, kann hon spara Vágsverkinum umleið 35 tons av olju um árið.

Sólorkan er serstakliga áhugaverd í summarhálvuni, tá lutfalsliga nógvir sóltímar eru í Føroyum, samstundis sum tað ofta er lítið av vatni og vindi til vatnorkuverkini og vindmyllurnar, sigur SEV.

Innslagið, sum sæst omanfyri, er ein gjøgnumgongd av sólorkuskipanini í Sumba - frá uppseting til íverkseting.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder