2019-11-11 13:20
Sundsverkið er enn avgerandi fyri veitingartrygdina, sigur SEV.
Serliga um summarið, tá minni er av vindi og vatni, er stórur tørvur á Sundsverkinum. Virksemið í samfelagnum veksur alsamt, og summarið 2019 var sera nógv trýst á Sundsverkinum.
Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, greiðir frá leiklutinum hjá verkinum, og hann gleðir seg til, at Støð 3 verður klár at taka í nýtslu komandi vár.
Her sæst innslagið hjá SEV um, hvønn týdning Sundsverkið hevur fyri veitingartrygdina:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald