Innanlands

SEV: Typt filtur orsøk til svartan royk á Sundsverkinum

Í seinastuni er óvanliga myrkur roykur komin úr skorsteinunum á Sundsverkinum. Ein last av tungolju, sum varð skipað upp á Sundi og í Vági um miðjan juni hevur verið orsøkin

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2019-07-21 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í seinastuni er óvanliga myrkur roykur komin úr skorsteinunum á Sundsverkinum. Talan hevur verið um typt grovfiltur í turboløðarunum í teimum tveimum elstu motorunum á verkinum. Neyðugt hevur verið at reinsað filtrini væl oftari enn vanligt. Nærri kanningar vísa, at orsøkin til typtu filtrini er, at góðskan á seinastu oljuveiting var óvanlig.

Tað er ein last av tungolju, sum varð skipað upp á Sundi og í Vági um miðjan juni, sum hevur verið orsøkin. Sundsverkið hevur nú fingið nýggja veiting av olju, skrivar heimasíðan hjá SEV.

- Vanliga reinsa vit filtrini árliga, og tá alarmur tilsigur hetta, men seinastu tíðina hava okkara fólk verið noydd til at reinsa filtrini javnan, fleiri ferðir um vikuna, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðslu á SEV.

- Oljan er isolerað, og vit eru í konstruktivum samstarvi við veitaran um afturtøku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder