Innanlands

SEV: Veðrið ávirkaði streymveitingina í nátt

Í nátt hava trupulleikar verið við streymveitingini til Vágar, Kvívíkar, Stykkið, Leynar og Skælings orsakað av kava, ið legðist á linjurnar

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-12-08 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trupulleikar hava verið við streymveitingini til fleiri bygdir í nátt.

Sambært heimasíðuni hjá SEV var orsøkin kavin, ið legðist á linjurnar, og neyðugt hevur tí verið at leggja streymveitingina um, fyri at veita streym til hesi øki.

Í Vágum fór streymurin í átta minuttir, frá 00.30 - 00.38, og í Kvívík var streymurin burtur í næstan tveir tímar, frá klokkan 01.10 - 02.58.

Í Leynum og Skælingi var neyðugt at seta neyðstreymsverk upp. Har var streymurin burtur frá klokkan 01.10 til klokkan 8.

placeholder
placeholder