Innanlands

Sexisma í løgtinginum: Tingkvinnur sent formansskapinum kæru

Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir hava sent skriv til formansskapin um sexismu. Tað er ein ov sexistiskur tóni millum tinglimirnar, og Ruth Vang heldur at tað er verri enn nakað, hon hevur upplivað aðrastaðni

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-08 20:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingsformansskapurin viðgerð í hesum døgum eitt skriv frá tveimum tingkvinnum um kynsmismun - sexismu - á Føroya Løgtingi.

Tað kom fram á Altjóða kvinnudegnum, sum verður hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld, og verður sendur í sjónvarpinum.

Her greiddi Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, at hon og Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava sent formansskapinum eitt skriv um kynsmismun.

Ingilín Didriksen Strøm segði, at tað vóru fleiri dømi, men eitt, sum hon kundi nevna var, at hon í sambandi við uppskot um betri sexualundirvísing í fólkaskúlanum skuldi uppliva sexistiskar viðmerkingar í kantinuni í løgtinginum.

Har er tað onkur tinglimur, sum skal hava skemtað við, um Ingilín sjálv eisini gav persónliga sexualundirvísing.

Og tað haldi eg ikki, at eg skal góðtaka, helt Ingilín Didriksen Strøm fyri.

Ruth Vang, sum eisini var á pallinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, helt tað vera rætt av Ingilín at siga frá.

- Eg haldi tað er fantastiskt at tú sigur tað. Tí tað er púra rætt, tað er ein øgiliga sexistiskur tóni í løgtinginum og verri enn tað, eg havi upplivað á øðrum arbeiðsplássum, segði Ruth Vang.

Tiltakið verður sent til klokkan 21. Hygg við her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder