Innanlands

Seyðamaðurin á Sondum avdúkaður

Stór standmynd varð avdúkað í Sandavági í gjár. Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2021-06-20 19:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórt hátíðarhald var í Sandavági seinnapartin í gjár. Stór standmynd sum listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur gjørt, varð avdúkað.

Ein arbeiðsbólkur við Dagbjørn Hansen, Sjúrða Poulsen og Sonna Nielsen hevur síðani 2016 arbeitt við ætlan at reisa eina stanmynd av Syeðamanninum á Sondum, og nú er verkætlanin loksins liðug.

Kvæði um Seyðamannin á Sondum er væl kent í Vágum.

Tað vóru vinmenninir Jóannes Michelese í Húsi (1824-1850) og Jógvan Niclasen í Lon (1821-1852), báðir úr Miðvági, sum yrktu kvæðið um seyðamannin á Sondum, eftir søgn sum livað hevur á manna munni í Vágum.

Søgnin sigur:

“Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla.“

Sí myndir frá hátíðarhaldinum á jn.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder