Innanlands

Seyðamaðurin á Sondum avdúkaður í dag

Seinnapartin verður stórt hátíðarhald í sambandi við, at nýggja standmyndin verður avdúkað – Á skránni verður m.a. tónleikur, røður og felagssangur

Standmyndin stendur beint við Sandavágs kirkju (Savnsmynd)

Standmyndin stendur beint við Sandavágs kirkju (Savnsmynd)

2021-06-19 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, leygardagin 19. juni, klokkan 16 verður stórt hátíðarhald í Sandavági í sambandi við, at standmyndin av Seyðamanninum á Sondum verður avdúkað.

Ítróttafelagið Frælsi fer at hava sítt vikuliga gakk ella renn tiltak frá Vatnsoyrum klokkan 14, har gingið verður eftir vørðunum til Giljanes, og frá Giljanesi fer ein skrúðgonga 15.40 inn til Sandavágs. Tey sum hava hug at ganga skrúðgongu møta bara upp á Giljanesi, skrivar Vága kommuna á heimasíðuna.

Til hátíðarhaldið verður tónleikur og røður.

Vágakórið, Vága dansifelag, Konsørn og Sørvágs Tónleikarafelag luttaka, og eisini verður ein felagssangur sungin, sum er skrivaður og tilognaður Seyðamanninum.

Aftaná verður felagssangur í tjaldinum við Tummas Hera & co.

Síðan februar 2016 hevur ein arbeiðsbólkur við Dagbjørn Hansen, Sjúrða Poulsen og Sonna Nielsen arbeitt við eini ætlan at reisa eina standmynd av Seyðamanninum á Sondum.

Tað er Hans Pauli Olsen, myndahøggari, sum hevur evnað standmyndina til. Standmyndin stendur beint við Sandavágs kirkju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder