Salt og Seyður. Hetta passar ikki heilt saman hjá Landsverki, sum í morgun hevur eina heldur margháttiliga søgu á heimasíðu sínari
- Eins og hjá øðrum bilførarum á føroyska landsvegakervinum, er ein av avbjóðingunum hjá teimum í vetrarhaldinum hjá Landsverki, seyðir á landsvegnum, sum serliga tykjast at fegnast, tá saltbilarnir hjá stovninum fara út at fyribyrgja hálku.
Tað sum í summum førum fer fram, er at tá vegirnir verða saltaðir, kunnu seyðirnir finna uppá at fara í gongd við at fáa sær upp í munnin.
Landsverk hevur her eitt dømi frá Æðuvíkarvegnum í Neshaga í Eysturoynni fyrrapartin
Mynd: Landsverk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald