Seyðisfjørður sá ikki penur út í gjár, eftir at býðurin var raktur av eini ógvusligari runuskriðu.
Eftir nógv regn á Eysturlandinum upplivdi býurin, sum fyri okkum føroyingar er kendur sum atløguhavn hjá Norrønu, at ein runuskriða sveipaði seg gjøgnum stóran part av býnum.
Íbúgvarnir í einum øki í býnum, sum stundum er í vanda fyri at verða rakt av skalvalopum, vórðu fluttir burtur og fóru á eina hjálparstøð, sum varð skipað til endamálið, skrivar RUV.
Býurin sá ikki serliga penur út, tá tað lýsti fyri degi í gjár, og regnið var hæsað nakað av aftur. Ongi fólk eru komin til skaða í illveðrinum. Men býurin var skitin, og mett verður, at tað ganga nakrir dagar áðrenn Seyðisfjørður er reinur aftur.
Norrøna lá í býnum undir hendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald