Innanlands

Seyður árendur á Kaldbaksvegnum

Førarin, sum rendi á, boðaði sjálvur løgregluni frá, og bóndin hevur síðani fingið boð

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-09-22 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð løgreglan boðsend tvær ferðir í sambandi við parkeringsóskil í Havn. Fyrst við Ítróttarhøllina á Hálsi, og síðani við Íslandsvegin.

Bilførarar høvdu parkerað so ófantaligt, at teir vóru til ampa fyri vanligu ferðsluni. Løgreglan fekk tó fatur á bileigarunum, so teir kundu flyta bilarnar og parkera teir ordiligt.

Eisini fekk løgreglan boð um, at ein tunnur oljufilmur var á sjónum úti við Argjaboða. Men oljufilmurin vísti seg at vera so tunnur, so tí varð einki gjørt við málið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Í gjárkvøldið klokkan níggju fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at ein seyður varð árendur á Kaldbaksvegnum.

Tað var førarin sjálvur, sum boðaði løgregluni frá, og løgreglan hevur síðani givið bóndanum boð um hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder