Innanlands

Seyður leyp út fyri motorsúkklu

Førarin fekk snara undan, men datt við súkkluni

(Tilvildarlig mynd)

(Tilvildarlig mynd)

2024-04-18 08:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein seyður á vegnum oman fyri Hov var orsøk til eitt ferðsluóhapp nakað eftir middag í gjár.

Tá ein motorsúkkla kom koyrandi, leyp ein seyður knappliga út fyri súkkluna. Motorsúkkluførarin megnaði at snara undan, so hann ikki rendi á seyðin, men hann megnaði ikki at halda súkkluni uppi, men datt.

Tíbetur var førarin væl vardur við bæði hjálmi og ryggverju, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Sjúkrabilur varð boðsendur, men førarin av motorsúkkluni var so mikið væl fyri, at hann megnaði sjálvur at ganga yvir til sjúkrabilin, verður upplýst av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder