Tað var ikki nógv, sum løgreglan hevði á døgnrapportini. Hetta fekk vaktleiðarin á støðini í Havn staðfesti í morgun.
Tað sum var niðurskrivað kom úr Suðuroynni - í báðum førunum av Tvøroyri - og var ikki so nógv uppá seg.
Seinnapartin boðaði ein borgari frá, at ein leysur veðrur gekk á sínum stykki og var til ampa. Hetta var beint við eini sethús - á einum stykki har hann ikki hoyrdi heima. Aktingarmaðurin varð boðsendur, og veðrurin varð fluttur av staðnum uttan størri drama.
Um kvøldið fekk løgreglan uppringing um, at tað varð steinað á eitt tak á einum sethúsum. Talan var um smásteinar og tríggir smádreingir, sum bara gjørdu eitt sindur av ónáðum.
Tað framgongur ikki á rapportini, hvat hendi víðari, men helst hevur eitt løgreglufólk líka tosa við dreingirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald