Uttanlands

SF-forkvinna: Danir eru ikki hoyrdir í málinum

Avgerðin um at avtaka dýra biðidag eigur at verða útsett, so danir fáa møguleikan at taka støðu til málið í sambandi við eitt fólkatingsval, sigur Pia Olsen Dyhr

Pia Olsen Dyhr (Mynd: Ritzau)

Pia Olsen Dyhr (Mynd: Ritzau)

2023-01-28 15:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danir eru ikki hoyrdir í málinum um dýra biðidag, og danska stjórnin eigur tí at útseta ætlanina til eftir næsta val, sigur forkvinnan hjá SF, Pia Olsen Dyhr.

Tað var eftir fólkatingsvalið í heyst, at nýggja danska stjórnin kom við uppskotinum um at avtaka dýra biðidag, men sambært Piu Olsen Dyhr er talan um eitt so stórt mál, at fólkið átti at havt møguleikan at tikið støðu til tað á einum fólkatingsvali.

– Danir skulu hava møguleikan at verða hoyrdir í hesum máli, og tað rættasta er at gera hetta við einum vali, sigur hon.

Endamálið við uppskotinum hjá stjórnini, sum hevur fyrstu viðgerð í komandi viku, er at fáa fleiri at arbeiða meira. Tað eru øktar verjuútreiðslur m.a. í sambandi við kríggið millum Russland og Ukraina, sum er orsøkin.

Men nógv finnast at ætlanini hjá donsku stjórnini, m.a. í fakfelagsrørsluni, kirkjuni og í andstøðuflokkunum á Christiansborg. Danska fakfelagsrørslan er eisini byrjað at savna inn undirskriftir fyri at mótmæla ætlanini, og seinastu hálvaðaru vikuna hava yvir 443.000 danir skrivað undir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder