Uttanlands

Shabana Rehman deyð, 46 ára gomul

Norski skemtarin og samfelagskritikarin vitjaði í Føroyum minst tvær ferðir

(Mynd: Shabana Rehman á Facebook)

(Mynd: Shabana Rehman á Facebook)

2022-12-29 13:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski stand-up komikarin Shabana Rehman er deyð, einans 46 ára gomul, eftir at hava verið álvarsliga sjúk í eina tíð. NRK skrivar, at beiggi hennara kom við fráboðanini á Facebook.

Shabana Rehman var av pakistanskari ætt, og tað varð lagt merki til tað, tá hon fyrstu ferð traðkaði fram á palli við sínum ógvuliga bersøgna og samfelagskritiska showi.

Shabana Rehman vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í sambandi við Listastevnuna í Norðurlandahúsinum í 2003. Minst eina ferð var hon aftur i Føroyum, tað var í sambandi við eitt kvinnutiltak 8. mars 2014.

Fyrr í ár greiddi hon frá í samrøðu við norska blaðið Se og Hør, at hon hevði fingið krabbamein í brisið, og at krabbin hevði breitt seg.

Í eini samrøðu við Aftenposten í apríl segði hon, at dómurin hon hevur fingið frá læknunum var so mikið álvarsligur, at hon ikki visti, um hon fór at megna at liva árið 2022 út. Í dag – tveir dagar fyri ársskiftið – doyði hon.

Sí brot herundir, har hon í sendingini Lindmo á NRK síðst í oktober greiddi frá, hvussu tað var at fáa deyðadóm, og hvussu tað var at gerast forelskað mitt meðan hon var álvarsliga sjúk.

Brot úr NRK 

Shabana Rehman varð fødd 14. juli 1976 í Karachi í Pakistan. Hon kom til Noregs árið eftir, og vaks upp saman við foreldrum og seks systkjum á Holmlia í Oslo.

[object Object]
(Mynd: Shabana Rehman á Facebook)

Hon byrjaði sum klummuskrivari í VG í 1996, og hevur seinni skrivað fyri Dagbladet, Aftenposten, danska Information og Nettavisen.

Í 2002 fekk hon Fritt Ord heiðurslønina saman við Aslam Ahsan. Í grundgevingini fyri heiðrinum stóð, at tey fingu prísin fyri at vera við til at byggja brýr millum mentanir. Í 2020 varð hon av norsku stjórnini vald í serligu stjórnarnevndina fyri framsøgufrælsi.

Tekstirnir hon sum ung skrivaði í VG, løgdu lunnar fyri hennara karrieru sum stand-up komikari, ið byrjaði í 1999. Ein kvinna við innflytarabakgrund, sum skemtaði við at fáa íseymað nýggjan moydóm og um tvingsilshjúnabond var nakað, ið varð lagt merki til, og hon gjørdist skjótt ein kendur persónur í Noregi.

Størst uppmerksemi fekk hon fyri sítt “mulla-lyft” í 2004. Hon hevði tá fyri, sum part av showinum, at lyfta menn (eitt slag av norskum Tórði Mikkelsen, -red.)

Undir einum kjakfundi saman við umstrídda mulla Krekar, tók Shabana Rehman fatur um lendarnar á mulla’num og lyfti hann uppfrá.

Krekar er ein fyrrverandi guerilja-leiðari frá kurdiska Norðurirak, sum kom til Noregs í 1991. Í 2003 varð hann vístur úr landinum, men útvísingin fekk ikki gildi fyrr enn í 2020.

Filmsupptøkur av lyftinum gingu kring allan heimin. Krekar dámdi ikki tað, ið var hent, og helt uppá, at myndirnar ikki skuldu almannakunngerast. Hann meldaði tí Rehman til løgregluna, men skuldsetingin varð afturvíst.

Rehman blandaði seg upp í nógv mál, og varð eitt nú ein heitur kjakari um innflyting og integrering, og tók ofta upp evni, ið annars ikki vórðu tosað um millum tilflytarar.

Hon setti eisini sjóneykuna á fordómar millum ymsar mentanir í norska samfelagnum, um heiðursdráp, sosialt eftirlit og bandakriminalitet í Oslo, og luttók í nógvum kjaki í miðlunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder