NFL er í gongd við sítt kappingarár nummar 100, ið teir fagnað ígjøgnum alt kappingarárið. Nú er tað greitt, at tað vera tær spanskt talandi Shakira og Jennifer Lopez, ið seta punktum fyri søguliga kappingarárið, tá tær skulu undirhalda í hálvleikinum í Super Bowl, sum í ár veðrur spælt á Hard Rock Stadium í Miami í februar.
Hálvleiksundirhaldi í størsta árliga ítróttar tiltakinum í USA, Super Bowl, er ein tann størsta áskoðarafjøldin, ein tónleikari kann spæla fyri. Umframt tey umleið 70.000, ið eru á leikvøllinum, fylgja umleið hundrað milliónir fólk við beinleiðis gjøgnum sjónvarpsskíggjan í USA á hvørjum árið. Harafturat eru tað fleiri milliónir, ið fylgja við um allan heim.
Super Bowl verður 2. Februar í 2020, ið eisini er føðingardagurin hjá Shakiru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald