Eftir stongsul í meira enn tveir mánðaðir, kunnu borgarar í kinesiska milliónabýnum Shanghai, aftur fara til arbeiðis frá 1. juni at rokna – í hvussu so er tey, ið búgva í økjum við lágum smittuvanda.
Tað upplýsti varaborgarstjórin í býnum, Zong Ming, á einum tíðindafundi á netinum í nátt, okkara tíð, skrivar Reuters.
Eisini sleppa handlar og keypsskálar í hesum økjum at lata upp aftur, eins og tokferðslan aftur ver at koyra sum vanligt, og flogferðslan til býin eisini verður normaliserað, segði Ming, varaborgarstjóri.
Almenn støð, so sum spælistøð og leikbús kunnu fyllast upp til 75 prosent, men tað verður krav um negativa PCR-test, sum ikki er eldri enn 72 tímar, fyri at koma inn, skrivar dr.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald